Givið út 23. desember PDF

Description
Givið út 23. desember 2013 Nr desember 2013 Kunngerð um veiði eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi á NAFO skipanarøkinum í 2014 Við heimild í 9, stk. 1, nr. 2 og 4, 9, stk. 2,

Please download to get full document.

View again

of 6
All materials on our website are shared by users. If you have any questions about copyright issues, please report us to resolve them. We are always happy to assist you.
Information
Category:

Science & Technology

Publish on:

Views: 140 | Pages: 6

Extension: PDF | Download: 0

Share
Transcript
Givið út 23. desember 2013 Nr desember 2013 Kunngerð um veiði eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi á NAFO skipanarøkinum í 2014 Við heimild í 9, stk. 1, nr. 2 og 4, 9, stk. 2, nr. 1, 2 og 4, 32, stk. 1, 36, stk. 1 og 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 80 frá 20. august 2007 og løgtingslóg nr. 74 frá 7. juni 2012, verður ásett: Kapittul 1 Virkisøki og allýsingar Virkisøki 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski á NAFO skipanarøkinum í Allýsingar 2. Í hesi kunngerð merkir 1) NAFO: Northwest Atlantic Fisheries Organization - Fiskiveiðifelagsskapurin fyri útnyrðingspartin av Atlantshavi 2) NAFO skipanarøkið: Tann parturin av sáttmálaøkinum hjá NAFO, sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondunum, norðanfyri 35 N og vestan fyri linju drigin eftir longdarstignum 42 V til knattstøðuna 59 N 42 V og víðari eftir longdarstignum 44 V til strond Grønlands. 3) NAFO Conservation and Enforcement Measures (NAFO CEM): Reglur galdandi fyri fiskiskap á NAFO skipanarøkinum, samtyktar av NAFO sáttmálapørtum. Tøkar á heimasíðuni hjá NAFO 4) NAFO undirøki og NAFO deildarøki: Sundurbýting av NAFO skipanarøkinum við tali frá 1 til 6 og bókstavi. Kort av hesum er í NAFO CEM. Kapittul 2 Fiskiskapur eftir toski á Flemish Cap Heildarkvota 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2014 fiska í mesta lagi tons av toski á NAFO deildarøki 3M (Flemish Cap). Fiskiloyvi 4. Fiskiskapur eftir toski á Flemish Cap kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. 5. Fiskiloyvi, sbrt. 4 til fiskiskap eftir toski á Flemish Cap, verða latin eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi í bólkunum 2 og 3 sbrt. 28, stk. 1 í lógini. Fiskifør í bólki 3 skulu veiða við línu. Stk. 2. Rættindi at fiska tosk á Flemish Cap verða latin fiskiførum sum felags árskvota. 6. Um kvotan ikki er fiskað 1. september 2014, og útlit ikki eru fyri, at kvotan verður gagnnýtt, kann Vørn lata fiskiloyvi til eigarar av teimum fiskiførum, sum høvdu fiskiloyvi til tosk á Flemish Cap árini , ella fiskiførum, veiðiloyvið er flutt á. Kapittul 3 Fiskiskapur eftir svartkalva og kongafiski Heildarkvotur 7. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2014 fiska í mesta lagi 197 tons av svartkalva á NAFO deildarøki 3LMNO og 69 tons av kongafiski á NAFO deildarøki 3M (Flemish Cap). Fiskiloyvi 8. Fiskiskapur eftir svartkalva og kongafiski á NAFO skipanarøkinum kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. 9. Fiskiloyvi, sbrt. 8 til fiskiskap eftir kvotum sbrt. 7 á NAFO skipanarøkinum, verða latin eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum høvdu fiskiloyvi eftir hesum fiskasløgum í Stk. 2. Rættindi at fiska svartkalva og kongafisk á NAFO skipanarøkinum verða latin fiskiførum sum felags árskvota. Kapittul 4 Fiskiskapur eftir felags kvotum fyri NAFOsáttmálapartar Heildarkvotur 10. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2014 fiska av kvotum, ásettar sum felags kvotur fyri NAFO-sáttmálapartar: 42 tons av kongafiski á NAFO deildarøki 3LN, 100 tons av kongafiski á NAFO deildarøki 3O, 85 tons av yellowtail flounder á NAFO deildarøki 3LN, 59 tons av white hake á NAFO deildarøki 3NO, 258 tons av skøtu á NAFO deildarøki 3LNO og 794 tons av høgguslokki á NAFO undirøki 3 og 4. Høgguslokkur má bert fiskast í tíðarskeiðinum frá 1. juli til 31. desember Fiskiloyvi 11. Fiskiskapur eftir kvotum sbrt. 10 á NAFO skipanarøkinum kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. 12. Fiskiloyvi, sbrt. 11 til fiskiskap eftir kvotum sbrt. 10 á NAFO skipanarøkinum, verða latin eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum hava fingið fiskiloyvi á NAFO skipanarøkinum í 2014 sbrt. 5, 6 og 9 í hesi kunngerð. Stk. 2. Rættindi til fiskiskap eftir kvotum sbrt. 10 á NAFO skipanarøkinum verða latin fiskiførum sum felags árskvota. Kapittul 5 Hjáveiða, reiðskapur, minstamát v.m. Hjáveiða 13. Í beinleiðis veiði eftir toski á NAFO deildarøki 3M (Flemish Cap) kann hjáveiðan av kongafiski í mesta lagi vera 1% av samlaðu veiðini umborð og landaðu veiðini. Stk. 2. Í beinleiðis veiði eftir kongafiski á NAFO deildarøki 3M (Flemish Cap) kann hjáveiðan av toski í mesta lagi vera 2% av samlaðu veiðini umborð og landaðu veiðini. 14. Hjáveiðan av toski í NAFO deildarøki 3L í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 1250 kg ella í mesta lagi 5% av samlaðu veiðini umborð, alt eftir hvat er hægri. Stk. 2. Hjáveiðan av toski í NAFO deildarøki 3NO í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 1000 kg ella í mesta lagi 4% av samlaðu veiðini umborð, alt eftir hvat er hægri. Stk. 3. Hjáveiðan av kongafiski í NAFO deildarøki 3LN í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 1250 kg ella í mesta lagi 5% av samlaðu veiðini umborð, alt eftir hvat er hægri. Stk. 4. Hjáveiðan av kongafiski í NAFO deildarøki 3O í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 2500 kg ella í mesta lagi 10% av samlaðu veiðini umborð, alt eftir hvat er hægri. Stk. 5. Hjáveiðan av American plaice í fiskiskapi eftir Yellowtail flounder í NAFO deildarøki 3LNO kann í mesta lagi vera 15% av samlaðu veiðini umborð. Stk. 6. Um hjáveiðan í einum háli er meira enn ásett í stk. 1-5, skal skipið flyta 10 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað varð. Um hjáveiðan í næsta háli aftur er meira enn ásett í stk. 1-5, skal skipið fara úr deildarøkinum, og ikki koma inn aftur í deildarøkið fyrr enn 60 tímar seinni. Stk. 7. Tá skipið kemur inn aftur á deildarøkið 60 tímar seinni, sbrt. stk. 6, kann skipið royndarhála í mesta lagi 3 tímar. Um hjáveiðan í royndarhálinum er meira enn ásett í stk. 1-5, skal skipið flyta 10 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað varð. Um hjáveiðan í næsta háli aftur er meira enn ásett í stk. 1-5, skal skipið fara úr deildarøkinum, og ikki koma inn aftur í deildarøkið fyrr enn 60 tímar seinni. Meskavídd í troli 15. Í botnfiskaveiði er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 130 mm. Stk. 2. Í beinleiðis veiði eftir kongafiski er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 90 mm. Stk. 3. Í beinleiðis veiði eftir høgguslokki er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 60 mm. Stk. 4. Í beinleiðis veiði eftir skøtu er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 280 mm í posanum og 220 mm í øðrum pørtum av trolinum. Stk. 5. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát eftir stk. 1-4, skal vera fyri seg í serligum rúmi ætlað til goymslu av hesum reiðskapi. Merking av fiskireiðskapi 16. Allar boyur á faststandandi ella drívandi fiskireiðskapi, so sum lína, teinar (rúsur), gørn o.a., skulu vera merktar við havnarkenningarnummarinum hjá fiskifarinum. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 metur høga stongboyu við vimpli við havnarkenningarnummari. 2 Minstamát 17. Fiskur, ið ikki stendur mát sambært fylgiskjali nr. 1 til hesa kunngerð, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Veiða av undirmátsfiski er ikki loyvd, og um talið av undirmátsfiski í einum háli er meira enn 10% í tali, skal fiskifarið flyta 5 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað varð. Kapittul 6 Eygleiðari 18. Fiskifør, sum veiða í NAFO skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skulu hava eygleiðara frá Vørn umborð. Vørn kann heimila, at eygleiðari bert er umborð 25% av tíðini, fiskifarið er í NAFO skipanarøkinum. Vørn kann áleggja skipinum at sigla í havn ella á ávísa posisjón at taka ímóti ella seta av eygleiðara. Stk. 2. Fiskifarið skal endurrinda Vørn lønarútreiðslur av eygleiðaranum og skal stilla trygd fyri útreiðslum, áðrenn eygleiðarin kemur umborð. Stk. 3. Eygleiðarin skal fáa frían kost og uppihald umborð, og skal frítt kunna nýta samskiftisútgerð skipsins til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar. Kapittul 7 Fráboðanir 19. Fiskifør, sum veiða í NAFO skipanarøkinum, skulu senda elektroniskar fráboðanir til føroysku fylgisveinaeftirlitsstøðina á Vørn. Fráboðanir nr. 1-3 eru lýstar í fylgiskjali nr. 2 til hesa kunngerð. 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar í seinasta lagi 6 tímar áðrenn, skipið kemur inn í NAFO skipanarøkið (vestur um V). 2) CAT Veiðifráboðan hvønn dag. 3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar í seinasta lagi 6 tímar áðrenn, skipið fer út úr NAFO skipanarøkinum (eystur um V). Kapittul 8 Eftirlitsfólk 20. Eftirlitsfólk frá NAFO sáttmálapørtum hava rætt at fremja eftirlit umborð á fiskiførum, sum veiða í NAFO skipanarøkinum. Eftirlitsfólk skulu hava samleikaprógv sambært Annex IV.D í NAFO CEM Stk. 2. Skiparin skal síggja til, at NAFO eftirlitsfólk kunnu fremja eftirlit sambært grein 35 í NAFO CEM. Fiskifarið skal vera útgjørt við stiga, sum lýkur krøv frá NAFO sambært Annex IV.G í NAFO CEM, so NAFO eftirlitsfólk trygt sleppa umborð. Stk. 3. Eftirlitsfólk skulu frítt kunna nýta samskiftisútgerð skipsins, í tann mun tað er neyðugt fyri at útinna starv teirra. Kapittul 9 Lastarrúm, lastarplanur, framleiðsludagbók og merking av pakningi Lastarrúm 21. Fiskifør, sum veiða í NAFO skipanarøkinum, skulu hava umborð tekningar yvir lastarrúm, sum eru góðkendar av Sjóvinnustýrinum. Góðkenningin skal endurnýggjast annað hvørt ár. Lastarplanur 22. Skiparin skal føra lastarplan, sum vísir, hvar hvørt fiskaslag er í lastarrúminum uppgivið í nøgd (kg). Stk. 2. Lastarplanurin skal dagførast hvønn dag fyri undanfarna samdøgur frá 0001 UTC til 2400 UTC. Stk. 3. Lastarplanurin skal goymast umborð til veiðan hjá skipinum er liðug landað. Stk. 4. Øll veiða fiskað í NAFO skipanarøkinum skal stúgvast burtur frá veiði fiskað aðrastaðni. Framleiðsludagbók 23. Skiparin skal føra framleiðsludagbók, har fiskaslag og vøruslag er skrásett, og í hvørjum NAFO deildarøki veiðan er fiskað. Stk. 2. Framleiðslan av hvørjum fiskaslagi skal dagførast hvønn dag fyri undanfarna samdøgur frá 0001 UTC til 2400 UTC. Stk. 3. Fyri hvørt vøruslag skal skrásetast, hvør umrokningarfaktorur er nýttur at rokna um til runda vekt. Stk. 4. Framleiðsludagbókin skal goymast umborð, til veiðan hjá skipinum er liðug landað. Merking av pakningi 24. Fiskifør, sum veiða í NAFO skipanarøkinum, skulu merkja allan pakning við fiskavøru við: Navn á fiskifari, fiskaslag sambært FAO 3-Alpha kodu (sambært Annex I.C í NAFO CEM), NAFO deildarøki, vøruslag sambært FAO 3-Alpha kodu (sambært Annex II.K í NAFO CEM). Stk. 2. Í hvørjum pakningi (eskju) við fiskavøru skal bert vera: eitt vøruslag, eitt NAFO deildarøki og eitt fiskaslag. Kapittul 10 Revsireglur og gildistíð Revsing 25. Brot á 4, 5, stk. 1, 2. pkt., 8, 10, 2. pkt., 11, 13, 14, stk. 6 og 7, 15 og 16, 17, 2. pkt., 18, stk. 1, 19, 20, stk. 2 og 3 og verða revsað við bót, um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg. Um brot er framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt, sbrt. 40, stk. 3 í lógini, verða revsað við bót. Stk. 2. Sbrt. 45 í lógini kann Vørn, Fiskiveiðieftirlitið, beinanvegin taka inn fiskiloyvi, um 3 skipari á fiskifari er skuldsettur fyri brot á hesa kunngerð, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sbrt. hesi kunngerð. Fiskiloyvi kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð. Gildistíð 26. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014 og fer úr gildi 31. desember Fiskimálaráðið, 19. desember 2013 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.) Minstamát Fylgiskjal 1 Minstamát á fiski * Kruvdur og sløgdur við ella uttan skræðu Feskur ella ísaður, frystur ella saltaður Fiskaslag Rundur Avhøvdaður Avhøvdaður og uttan stert Avhøvdaður og flaktur/klovin Toskur 41 cm 27 cm 22 cm 27/25 cm ** Svartkalvi 30 cm American plaice 25 cm 19 cm 15 cm - Yellowtail flounder 25 cm 19 cm 15 cm - *Mátini eru fork length fyri tosk. Full longd fyri svartkalva, American plaice og Yellowtail flounder ** 25 cm fyri saltfisk, sum ikki er íligin 4 Fylgiskjal 2 Fráboðanir Elektroniskar fráboðanir til føroysku fylgisveinaeftirlitsstøðina á Vørn. 1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar í seinasta lagi 6 tímar áðrenn, skipið kemur inn í NAFO skipanarøkið (vestur um V) Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COE, fráboðan, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiðiøki RA NAFO deildarøki, hvagar skipið fer til fiskiskap Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt. Eygleiðari umborð OO Eygleiðari umborð Yes ella No 2) CAT Veiðifráboðan hvønn dag Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum NAFO Sáttmálapartur IR FRO - NAFO Sáttmálapartur Føroyar Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Veiðiøki RA NAFO deildarøki, har skipið er til fiskiskap Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiða CA Veiða, fiskað síðan seinastu veiðifráboðan (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt. Leigusáttmáli við NAFO CH NAFO Sáttmálapartur, um skipið er útleigað øðrum Sáttmálapart Fiskidagar DF Tal av fiskidøgum síðan seinastu veiðifráboðan (CAT) Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) 5 3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar í seinasta lagi 6 tímar áðrenn, skipið fer út úr NAFO skipanarøkinum (eystur um V) Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju: Dataelement Koda Frágreiðing Fráboðan TM COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) Radio kallimerki RC Kallimerki hjá skipinum Túranummar TN Túrur hjá skipinum í hesum árinum Skip NA Navn á skipinum Skipari MA Navn á skiparanum Havnarkenningarnummar XR Havnarkenningarnummar hjá skipinum Breiddarstig LA Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send Longdarstig LO Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send Veiðiøki RA NAFO deildarøki, hvaðan skipið kemur av fiskiskapi Veiða CA Veiða, fiskað síðan seinastu veiðifráboðan, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt. Veiða umborð OB Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt. Fiskidagar DF Tal av fiskidøgum síðan túrurin hjá skipinum byrjaði í NAFO skipanarøkinum Dagfesting DA Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) Klokkutíð TI Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) 6
Related Search
Similar documents
View more...
We Need Your Support
Thank you for visiting our website and your interest in our free products and services. We are nonprofit website to share and download documents. To the running of this website, we need your help to support us.

Thanks to everyone for your continued support.

No, Thanks