Ársfrágreiðing Full ferð á almennari bygging. Landsverk // 1 - PDF

Description
Ársfrágreiðing Full ferð á almennari bygging Landsverk // 1 Nógv virksemi kring landið Almenna byggivirksemið kring landið hevur av álvara tikið dik á seg seinasta árið Hóast skuggarnir frá fíggjarkreppuni,

Please download to get full document.

View again

of 20
All materials on our website are shared by users. If you have any questions about copyright issues, please report us to resolve them. We are always happy to assist you.
Information
Category:

Entertainment & Humor

Publish on:

Views: 204 | Pages: 20

Extension: PDF | Download: 0

Share
Transcript
Ársfrágreiðing Full ferð á almennari bygging Landsverk // 1 Nógv virksemi kring landið Almenna byggivirksemið kring landið hevur av álvara tikið dik á seg seinasta árið Hóast skuggarnir frá fíggjarkreppuni, sum tók seg upp í 2008, merktu virksemið hjá Landsverki árini eftir, so er støðan nærum tann beint øvugta nú. Virksemið hjá stovninum hevur neyvan nakrantíð verið størri, og serliga seinasta árið er av álvara ferð komin á almennar byggiverkætlanir. Ewald Kjølbro stjóri, Landsverk Sjáldan áður hava so nógvar og stórar verkætlanir verið í gongd í senn. Eitt nú nýggi Skúladepilin við Marknagil, útbygging av Landssjúkrahúsinum og nýggj tunnilsfarleið til Viðareiðis, fyri at nevna tær størstu. Harafturat er eitt hav av størri og smærri verkætlanum, sum antin eru um at vera lidnar, standa í gerð ella verða fyrireikaðar til at fara undir. Í hesum sambandi gerst spurningurin viðvíkjandi trygd á teimum mongu byggi- og arbeiðsplássunum kring landið týdningarmiklari enn nakrantíð. Landsverk hevur tí gjørt av at seta serligt fokus á trygd í 2014 og árini frameftir. Í breiðari merking fevnir hetta eisini um heilsu og umhvørvi. Trygd er eisini fíggjarlig trygd, har stovnurin hevur ment eina stýringarog eftirlitsskipan, ið ger tað munandi lættari at stýra og hava eftirlit við øllum verkætlanum og arbeiðum, sum Landsverk hevur um hendi. Yvirskipaða endamálið er sjálvandi, at kostnaður og játtan skulu halda. Meira um hetta á baksíðuni í hesi ársfrágreiðing. Høvuðsuppgávan innan HTU-økið sum stendur fyri heilsu, trygd og umhvørvi verður at menna og tryggja viðurskiftini innan arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkunum, eins og at fyribyrgja umhvørvisdálking og skapa og menna eina grønari vangamynd av stovninum. Í fyrstu syftu verður arbeiðsumhvørvið hjá starvsfólkunum kring landið raðfest, eins og ljós verður sett á trygdar viðurskiftini á teimum mongu byggiplássunum. Seinni verður hugt nærri eftir øðrum umhvørvisviðurskiftum. Starvsfólk tilvitaði um trygd Fyrsti partur av uppgávuni innan HTUøkið er at skapa góðar og tryggar Ársfrágreiðing Útgevari Landsverk 2014 Ritstjórnað og skrivað Kári Mikkelsen samskiftisráðgevi Keldur Stjóri og deildarleiðarar á Landsverki Starvsfólk á Stjórnardeildini Byggideildini Deildini fyri infrakervi Framleiðsludeildini Aðrar keldur Myndir Hilbert Elisson Rættlestur Levi Hentze Sniðgeving og uppseting Meitilberg.com Prent Føroyaprent Endurgeving Við endurgeving av innihaldi í hesi ársfrá greiðing, skal Landsverk týðiliga upplýsast sum kelda 2 // Landsverk karmar at arbeiða undir. Yvirskipaða málið er, at starvsfólk hvønn dag kunnu fara eins frísk og røsk heim, sum tey vóru, tá arbeiðsdagurin byrjaði. Farið er undir miðvísar vitjanir á øllum arbeiðsplássum, sum Landsverk beinleiðis varðar av. Endamálið er at fáa eina greiða mynd av, hvussu stendur til við trygdarviðurskiftunum, og hvørja áskoðan starvsfólk hava á hesi viðurskifti. Sum stjóri á Landsverki havi eg valt at ganga undan og luttók tí í einum av teimum fyrstu trygdarskeiðunum, sum eru skipað eftir nýggja trygdarleistinum. Eitt nú kann nevnast, at fráboðanir verða lagdar í eina fasta legu, øll skulu luttaka á trygdarskeiði, regluligir trygdarfundir verða hildnir, HTU-leistur verður lagdur longu áðrenn ein verkætlan fer í gongd eins og kravt verður, at skelting og trygdarútgerð altíð eru nøktandi. Starvsfólk skulu vera tilvitað um, at trygd er ein partur at dagligdegnum. Somuleiðis skulu tey javnan hava dagført sína vitan, so trygd gerst ein heilt natúrligur partur av arbeiðsmentanini hjá tí einstaka. HTU-samskipari settur Sum heild hava bæði vanlig starvsfólk eins og leiðarar tikið væl ímóti nýggja trygdarpolitikkinum hjá Landsverki. Hesar royndir hevur nýggi HTUsamskiparin á stovninum, Karina Nattestad Nolsøe, gjørt sær, síðani hon varð sett í starv 1. februar Útgangsstøðið fyri arbeiðinum eru starvsfólk hjá Landsverki eins og fólk undir øðrum arbeiðsgevarum, sum arbeiða fyri stovnin og tí hevur HTUsamskiparin longu verið úti á nógvum arbeiðsplássum. Endamálið hevur verið at fáa eina greiða mynd av, hvussu tað stendur til við trygdini og hoyra, hvørja áskoðan starvsfólk hava um hesi viðurskifti. Sum heild eru starvsfólkini rættiliga tilvitað um trygd, kenna til vandarnar og eru greið yvir, hvussu arbeiðsuppgávurnar kunnu fremjast á tryggan og nøktandi hátt. Vit kunnu eisini við gleði staðfesta, at nógv góð trygdartiltøk eru at síggja kring landið. Landsverk hevur seinnu árini eisini sett ljóskastaran á umhvørvið, og hvat íkast stovnurin kann gera í strembanini eftir at taka best møguligt atlit at umhvørvinum. Í hesum sambandi er byggideildin á Landsverki farin undir at skráseta allar oljutangar í øllum almennum bygningum, sum stovnurin umsitur. Hetta fyri at tryggja, at tangarnir eru í nóg góðum standi og harvið ikki dálka. Seta krøv til endurnýtslu Seinasta árið hevur eisini verið arbeitt við at dagføra strategi, mál og fokusøkir fyri Landsverk í 2014 og árini frameftir. Her kann staðfestast, at krøvini til stovnin broytast, tað sama ger tøknin, eins og nýggjar og øðrvísi uppgávur leggjast afturat. Eitt dømi um nýggj krøv er júst økt umhvørvisvernd, ið eg longu havi verið inni á, og sum vit sjálvandi vilja vera við til at fáa framt í verki. Í hesum sambandi er Landsverk farið undir at seta í verk sokallaðu ESCOskipanina (Energy Service Company), ið hevur til endamáls at spara orkunýtslu í einum bygningi. Til dømis eini prosent við at gera neyðugar ábøtur, sum kunnu gera sparingina møguliga. Fyribils er ætlanin at gera eina roynd við 10 almennum bygningum, ið eru valdir út millum øll aðalráðini. Í vár boðaði Landsverk frá í tíðindaskrivi, at frá 1. september 2014 verða ásett krøv í útbjóðingartilfari í sambandi við asfalteringsarbeiðir um, at møguligt avfresað tilfar altíð skal endurnýtast. Sum eina nýggja tænastu bjóðar Landsverk at taka ímóti avfresaðum asfalti í Hundsarabotni. Meira kann lesast um endurnýtslu av asfalti aðrastaðni í hesi ársfrágreiðing. Fyri at taka saman um farna árið, eru vit farin undir nógvar spennandi uppgávur, sum okkara dugnaligu starvsfólk gera alt fyri at loysa á best møguligan hátt. Hetta krevur, at vit sum stovnur hava gott samstarv við bæði ráðgevarar, byggifyritøkur og aðrar arbeiðs takarar, aðalráð, kommunur, havnamyndugleikar, aðrar myndugleikar, eins og vanligar borgarar í Føroyum. Eitt samstarv, ið sum heild gongur væl. Sum stjóri fyri størsta byggiharra í landinum og tann stovnin, sum varðar av øllum infrakervi á landi, landshavnum, veðurstøðum, fram leiðslu av asfalti, skervi og øðrum tilfari, síggi eg fram til at varðveita hetta góða samstarvið. Hetta fyri at fáa best møgulig úrslit av teimum uppgávum, ið standa fyri framman, og sum vónandi vera til gleði fyri allar borgarar landsins. Landsverk // 3 Tryggari havnaviðurskifti í Svínoy Ein verjugarður og betri trygdarútbúnaður hava bøtt um havna viðurskiftini í Svínoy. Ábøturnar hava kostað 1,25 mió. krónur. Saman við Klaksvíkar kommunu gjørdi Landsverk í 2013 ymsar ábøtur á havnalagið við Eiðið, har onnur atløgubryggjan til ferðasambandið í Svínoy liggur, eins og ábøtur eru gjørdar við havnarløgini í bygdini. Ein seks metur langur verjugarður er gjørdur úti í Glógvans urð, sum hevur til endamáls at verja uttasta partin á bryggjuni, har tað breyt og kundi gera bryggjuna rættiliga hála. Dekkini á øllum trimum havnaløgunum í Svínoy í Glógvansurð, í Víkini og við Eiðið eru øll bøtt og slættaði við einum tunnum betonglagi omaná, har tað hevur verið neyðugt. Eisini er nýggj girðing gjørd fram við bryggjukantinum við Eiðið. Tilsamans er talan um góðar túsund fermetrar, sum ábøtur eru gjørdar á. Somuleiðis er bøtt um trygdarútbúnaðin við havnirnar. Umvælingin og ábøturnar hava kostað umleið krónur. Arbeiðið er fíggjað av kontuni fyri stuðul til infrakervið á útoyggj, umframt av serligari kontu til havnina í Svínoy, sum Løgtingið hevur játtað pening til. 40 ár við Brúnni um Streym Sama dag sum kenda brúgvin um Bosporus-sundið í Turkalandi, ið knýtir Evropa og Asia saman, var liðug, lat Brúgvin um Streymin upp fyri almennari ferðslu. Í oktober 2013 vóru 40 ár liðin, síðani koyrandi var eftir hesi fyri føroyskt infrakervi sera týdningarmiklu brúgv. Týsdagin 30. oktober 1973 var hátíðardagur bæði í Sundalagnum og í Istanbul, tí tá vórðu ávikvist Brúgvin um Streym og brúgvin um Bosporus-sundið tiknar alment í nýtslu. Hóast munur í stødd, so mundi týdningurin av nýggja sambandinum í Sundalagnum lutfalsliga vera eins stórur fyri okkum føroyingar, sum fasta sambandið um Bosporussundið var fyri turkar. Brúgvin um Streymin var samstundis fyrsta brúgvin fyri bilferðslu um Atlantshavið, og kostnaðurin fyri tátíðar størstu føroysku verkætlan nakrantíð, var umleið 14 mió. krónur. Tað tók hálvttriðja ár at gera brúnna. Arbeiðið at gera undirstøðið byrjaði í mars 1971, og hálvttriðja ár seinni stóð brúgvin liðug. Brúgvin er 220 metrar long, 9,5 metrar breið (er síðani breiðkað við eini gongubrúgv) og 17 metrar høg. Frammanundan var ein byrging gjørd um sundið í Í 1950 var ferðatíðin av Eiði til Havnar fýra tímar, men síðani brúgvin kom og seinni eisini Kollfjarðartunnilin tekur hetta minni enn ein tíma. Menningin av hesi farleið legði sostatt lunnar undir ein nýggjan hátt at búleikast í Føroyum, tí tað ikki í sama mun longur var neyðugt at búgva, har arbeiðsplássið var. Trý ár eftir, at Brúgvin um Streymin var liðug, kom Norðskálatunnilin, og enn fleiri føroyingar fingu tá fulla gleiði av brúnni. Sundalagið gjørdist tá høvuðs ferðsluæðrin í Føroyum, tí nærum alt sam band millum norður, suður, eystur og vestur nú dagliga umleið bilar fara um hesa farleið. Brúgvin um Streymin hevur tí havt avgerðandi týdning fyri menningina av føroyska samfelagnum. Fyri fáum árum síðani varð brúgvin dagførd, og er nú sum nýggj. Í sam bandi við høvuðs umvælingina, sum var liðug í 2011, varð nýggj gongubrúgv, ið er fest í norðaru brúgvasíðu, tikin í nýtslu. Hetta hevur gjørt tað trygt hjá fólki at ganga og renna tvørturum, tí tey nú ikki koma í samband við koyrandi ferðsluna. Umvælingin av Brúnni um Streym kostaði umleið tað sama umleið 14 mió. krónur sum tað kostaði at byggja hana í síni tíð. Roknað til nútíðarprís hevði brúgvin kostað umleið 75 mió. krónur. Til samanberingar kostaði brúgvin um Bosporus 200 mió. amerikanskar dollarar. Dagsins prísur hevði verið 1,05 mia. dollarar, sum svara til stívar 5,7 mia. krónur. Brúgv um Klingruvegin Ein brúgv verður gjørd á innkomuvegnum til Havnar, sum gongur um Klingruvegin norðan fyri býlingin Millum Gilja. Arbeiðið er komið væl áleiðis. Brúgvin er ein stakverkætlan, sum er partur av sam laðu verkætlanini til nýggjan innkomuveg kring høvuðssstaðin. Lisitatión var í oktober 2013, og lægsta tilboð átti J&K Petersen, sum bjóðaði seg til og fekk arbeiðið at gera fyri slakar 6,7 mió. krónur. Hitt tilboðið var frá Articon og var 9,0 mió. krónur. J&K Petersen stendur fyri verkætlanini at gera brúgv um Klingruvegin í Hoyvíks haganum oman fyri býlingin Millum Gilja 4 // Landsverk Hert eftirlit í havnum Havnin í Vestmanna er ein av teimum 14 ISPS-góðkendu havnunum í Føroyum Umframt hert eftirlit í floghavnum eftir yvirgangsatsóknina móti World Trade Center í New York fyri stívum 12 árum síðani, var eisini gjørt av at herða eftirlitið í skipahavnum. Eisini í Føroyum er eftirlitið hert ígjøgnum sokallaðu ISPS-skipanina. 14 føroyskar havnir eru góðkendar eftir ISPS-skipanini, og tær skulu reguliga skipa fyri venjingum fyri starvsfólkum, ið arbeiða hjá havnunum. Enn hevur tíbetur ongin tilburður ella illgruni verið við nøkrum skipi í nakrari føroyskari havn, har neyðugt hevur verið at aktivera ISPS-skipanina. Men Føroyar og harvið tær 14 góðkendu føroysku havnirnar hava bundið seg til altíð at hava neyðugu tilbúgvingina til reiðar, um okkurt illgrunasamt tongir seg at onkrum skipi, sum er á veg inn í eina føroyska havn. Skipanin fevnir um havnir, ið avgreiða skip í altjóða sigling ferðamannaskip, farmaskip upp á 500 BT ella meira og Offshore boripallar, sum sjálvstøðugt kunnu flyta seg. Tað er Landsverk, ið er góðkennandi myndugleiki og hevur eftirlit við ISPStilbúgvingini í Føroyum. Samskipari er Jákup N. Olsen á deildini fyri infrakervi hjá Landsverki. Umframt venjingar í havnunum, skipar Landsverk fyri einum árligum fundi, har umboð fyri havnir og myndugleikar luttaka, og har viðurskiftini kring ISPSskipanina verða umrødd. Endamálið við fundinum er at styrkja samstarvið millum havnirnar og myndugleikarnar. Føroysku havnirnar, sum eru ISPSgóðkendar, eru Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Tofta, Miðvágs, Sørvágs, Fuglafjarðar, Vestmanna, Vágs, Tvøroyrar, Sunda, Eiðis, Leirvíkar og Sjóvar havnir. Fakta um ISPS Yvirgangsatsóknin í New York 11. september í 2001 er beinleiðis atvoldin til ávísar broytingar í SOLAS (Safety of Life at Sea) altjóða sáttmálanum og ISPS-koduni (International Ship and Port Facility Code). Eftir yvirgangsatsóknina avgjørdi IMO (International Maritime Organisation), sum er stovnur undir ST, á fundi 20. november 2001 at kanna tørvin á at seta í verk fyribyrgjandi tiltøk ímóti yvirgangsatsóknum o.ø. ímóti skipum og havnum. Á einari ráðstevnu 12. desember 2002 samtykti IMO nakrar broytingar, sum skuldu verða fult settar í verk í seinasta lagi 1. juli Sáttmálin setir ávís krøv til tiltøk og ætlanir, sum havnirnar skulu seta í verk, og síðani skulu landsmyndugleikarnir góðkenna tiltøkini og ætlanirnar. Her verður gjørt klárt til at stoypa brúgv um Klingruvegin í Hoyvík Landsverk // 5 Ferðslutrygdin í Kollafirði væl betri Nýggja vinstrasnaringarbreytin við Sjógv hevur gjørt tað munandi tryggari við ferðslutunga vegamótið í Kollafirði Eftir ynski frá og í samstarvi við Tórshavnar kommunu vegna borgararnar í Kollafirði hevur Landsverk seinasta vetur gjørt eina ferðsluoyggj við vinstra snaringarbreyt við Sjógv fyri tey akfør, sum koma vestanifrá, eins og breiðkað vegin við eini innkoyringar breyt til akførini, ið koma eystanifrá. Endamálið við vinstrasnaringarbreytum er sjálvandi at bøta um ferðslutrygdina við vegamót, har ferðslan er stór. So leiðis eisini við Sjógv í Kollafirði, har trygdin nú er so góð, sum hon kann gerast við eini slíkari loysn. Somuleiðis er atkoman frá bygdini til busslumman broytt. Avtalað var við Tórshavnar kommunu, at kommunan kundi gera eina gøtu frá buslummanum undir Sjóvará og yvir til Stórubrúgv. Í verkætlanini er hædd tikin fyri, at um kommunan ynskir, at borgarar skulu hava atgongd til brúnna, so er møguleiki gjørdur fyri, at kommunan kann gera gøtu uttan fyri bilverjuna. Sostatt fer gonguferðslan nú undir vegin við Sjóvará og ikki tvørtur um ferðslu tunga landsvegin. Tryggari vegur til Norðoyrar Landsvegateinurin millum Klaksvík og Norðoyri er nú tryggari enn nakrantíð, eftir at gongubreyt er gjørd og ljós sett upp allan vegin. Tað er nú munandi tryggari at ganga millum Klaksvík og Oyrar, sum tað verður rópt har norðuri, eftir at seinasti teinurin á umleið 700 metrar er gjørdur liðugur sum ætlað. Samlaði vegateinurin er umleið 2,2 kilometrar langur, og eftir at seinasta arbeiðið er gjørt, er bæði gongubreyt og ljós allan vegin úr Klaksvík til Norðoyrar. Frá kirkjugarðinum til Klaksvíkar er gonguteigur í báðum síðum, meðan restin av teininum hevur gongubreyt í aðrari síðuni. Somuleiðis er ein ferðsluforðing sett upp. Landsverk hevur staðið fyri arbeiðinum, men bæði SEV og Klaksvíkar kommuna hava eisini luttikið í verkætlanini og goldið ein part í sambandi við, at leiðingar eru lagdar í gongubreytina. Fyri nøkrum árum síðani varð ferðsluhámarkið á vegnum sett niður úr 80 til 60 km/t. Ferðslutungur vegateinur breiðkaður Ætlanin hevur leingi verið at breiðka landsvegin millum Skipanes og bygdina Skálafjørð, sum er millum ferðslutyngstu vegateinar í landinum. Hetta arbeiðið verður nú gjørt. Nakað av peningi varð sett av á fíggjarlógini fyri 2013, so arbeiðið kundi byrja. Articon átti lægsta boð til fyrsta Nýggja vinstrasnaringarbreytin við Sjógv hevur gjørt tað mun andi tryggari við ferðslu tunga vegamótið í Kollafirði. Vegurin við Tjørnunes á Skálafjørðinum er av ferðslutyngstu vegateinum í landinum og verður nú breiðkaður 6 // Landsverk og annað byggistig, sum var slakar 4,5 mió. krónur. Ein partur av vegnum er gjørdur, og talan er sostatt um liðugtgerð av samlaða vegateininum millum Skipanes og Skálafjørð. Arbeiðið, sum nú verður farið undir at gera, er ein teinur á umleið metrar norðan fyri Skipanes og Undir Gøtueiði, har ongin vegøksl er. Breiðkingin fer fram við at fylla upp niðanfyri, har hetta ber til, og í øðrum lagi taka av lendinum omanfyri. Lisitatión var á heysti 2013, og inn komu fýra tilboð, har trý lógu sera tøtt, og lægst var Articon við krónum. Kostnaðarmetingin var krónur. Hesin parturin av arbeiðinum skal vera liðugur á sumri Við í tilboðnum var ikki liðugtasfaltering, eins og gerð av bilverju á einum parti av vegateininum. Hetta arbeiðið verður gjørt, tá peningur er tøkur. Betri ferðslutrygd á Toftum Ein sokallað vinstrasnaringarbreyt er gjørd við landsvegamótið, har Høganesvegur á Toftum, sum gongur niðan móti Svangaskarði, byrjar. Tað vóru JHR Entreprenørar, sum áttu lægsta tilboð og gjørdu arbeiðið fyri slakar 2,7 mió. krónur. har stjórin á Landsverki í eini framløgu vísti, hvussu verkætlanin er sett saman, og hvussu hon skal fremjast. Eisini skrivaðu Landsverk og Samtakið Articon, ið átti lægsta boð, undir arbeiðstakarasáttmála til farleiðina. Verkætlanin viðvíkjandi nógv umrødda tunlinum til Viðareiðis við tilhoyrandi vegagerð, er nú komin so væl áleiðis, at arbeiðið er byrjað. Tað var ikki fyrsta skot, men startskotið til verkætlanina, ið fór fram í februar, tá Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sum er byggiharri fyri verkætlanini, og Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, skrivaðu undir arbeiðstakarasáttmála um gerð av tunli og tilkoyringarvegum. Hetta fór fram í skúlanum á Viðareiði, har eisini Jørgen Niclasen, landsstýrismaður á økinum, var hjástaddur og helt røðu undir hátíðarløtuni á Viðareiði. Fimm fyritøkur og samtøk bjóðaðu seg fram til at gera verkætlanina. Lægsta boðið átti samtakið millum Articon og norska LNS, hvørs lægra boð var 174,9 mió. kr. Hinar fyritøkurnar, sum bjóðaðu, vóru íslendska Ístak, MT Højgaard Føroyar og J&K Petersen. Samtakið Articon fekk arbeiðið, og síðani tá eru sparingar gjørdar, soleiðis at verkætlanin lýkur fíggjarkarmin í verklagslógini á 162 mió. krónur. Um verkætlanina verður sagt, at endamálið er at tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. Verkætlanin fevnir um ein metrar langan tvíbreytaðan tunnil úr Hvannasundi til Undir Fossinum Inni í Dølum. Í Hvan
Related Search
We Need Your Support
Thank you for visiting our website and your interest in our free products and services. We are nonprofit website to share and download documents. To the running of this website, we need your help to support us.

Thanks to everyone for your continued support.

No, Thanks